Greiða frá um kvinnuráðstevnu

Í kvøld klokkan 20 fara nakrar av kvinnunum, sum luttóku á stóru kvinnuráðstevnuni Nordisk Forum ’14 í summar at fortelja um ferðina, ráðstevnuna og tað nýggjasta innan javnstøðu í Norðurlondum.

Í kvøld klokkan 20 fara nakrar av kvinnunum, sum luttóku á stóru kvinnuráðstevnuni Nordisk Forum ’14 í summar at fortelja um ferðina, ráðstevnuna og tað nýggjasta innan javnstøðu í Norðurlondum.

 

Ráðstevnan Nordisk Forum ’14 fevndi um fleiri dagar, óteljandi tiltøk og túsundatals luttakarar, harímillum fleiri úr Føroyum.

 

Tær fimm, sum vitja Kvinnufelagið eru:

Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini
Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinna
Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvík
Marna Jacobsen, ritstjóri
Helena Fríðheim, nevndarlimur í Kvinnufelagnum og í KSF.

 

Tað er Kvinnufelagið í Havn, sum skipar fyri tiltakinum í Mettustovu í kvøld, mánakvøldið 27. okt. Kl. 19.30. Kvinnufelagið heilsar, at nýggir limir eru vælkomnir.