Greið heimatap hjá Skanderborg og Horsens

Talan gjørdist ikki um tann besta dagin hjá føroyingunum í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Í Morten Børup høllini í Skanderborg taptu Súna K. Hansen og liðfelagarnir stórt fyri liðnum hjá Rakul Wardum, Ringkøbing.

 

Ringkøbing vann dystin 31-19 (16-9). Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál. Rakul slapp ikki at verja málið hjá Ringkøbing í dag.

 

Í Opvisningshallen í Horsens taptu Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir 28-34 fyri oddaliðnum, Odense. Horsens var á odda 6-3 í fyrra hálvleiki, men Odense fekk høvdið fyri seg, og var á odda 19-15 í steðginum.

 

Maria var effektiv. Hon fekk tveir málmøguleikar og setti báðar í netið. Hon legði eisini upp til tvey mál, og vann liðnum eitt brotskast.

 

STØÐAN (soccerstand.com)

 

##med2##