Greiður meiriluti vildi úr Føroya Arbeiðarafelag

Á aðalfundi hjá S&K felagnum, sum er felagið skrivstovu- og krambafólki, 10. september var greiður meiriluti fyri, at felagið meldaði seg úr Føroya Arbeiðarafelag

FAKFELAG

 S & K felagið vil boða frá, at á eykaaðalfundi felagsins á Hotel Hafnia 10. september var ein greiður meiriluti fyri at melda S & K felagið úr FA. Atkvøtt varð um málið, og 57 vóru fyri, 4 ímóti og 1 atkvøða var ógildug.
Soleiðis sigur nevndin í S & K felagnum, sum eisini takkar fyri tann stóra áhuga, sum limir felagsins vístu málinum. Nevndin veit ikki um nakran annan aðalfund, har so nógvir limir hava møtt upp. Nevndin tekur tað eisini sum eina stóra álitisváttan á nevndina, at meirilutin fyri uppskotinum frá nevndini varð so mikið stórur.
S & K felagið takkar Føroya Arbeiðarafelag fyri átta góð ár, og vilja tey vísa á, at teirra avgerð ikki er nøkur misnøgd við FA.
 Vit fara framhaldandi at stuðla FA í teirra arbeiði við at betra um korini hjá teirra limum. Eins og vit eisini vilja stuðla øðrum fakfeløgum, sigur felagið.