Í Gøtu vóru 467 fólk á vali, hetta er 63 prosent av teimum, sum hava valrætt. 396 av teimum vóru fyri samanlegging, 70 vóru ímóti, og ein atkvøða var blonk.
Í Leirvík atkvøddu 488 fólk, sum eru 76 prosent av teimum, ið hava valrætt. Har vóru 296 fyri samanlegging, og 189 vóru ímóti.
- Hetta er ein greiður meiriluti, og vit skilja tað sum, at fólkið ynskir samanleggingina, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík.
- Vit hava frammanundan sagt, at vit fara at gera sum meirilutin ynskir.
Væntandi leggja kommunurnar saman, tá komandi bygdarráð tekur við 1. januar 2009.