Talan gjørdist um fimm greiðar sigrar í teimum fimm dystunum, sum vórðu spældir í gjárkvøldið. Hesir dystir vóru allir partur av tí seinasta undanumfarinum, áðrenn Champions League bólkaspælið. Olympique Lyon vann samanlagt 8-2 á Anderlecht. Í gjár vann Lyon 3-1 á Anderlecht í Bruxelles. Atletico Madrid vann samanlagt 5-2 á Panathinaikos, eftir at senni dysturin endaði við 2-0 sigri til Atletico. Ísraelska liðið, Maccabi Haifa gjørdi ein sannan vørr ímóti eysturríkska liðnum, FC Salzburg. Maccabi Haifa vann samanlagt 5-1. Í gjárkvøldið vann Haifa 3-0 á heimavølli. FK Ventspils hevur ikki so sjáldan gjørt lívið súrt hjá føroyskum felagsliðum í europeiskum kappingum. Men Ventspils vóru langt frá bólkaspælinum hesaferð. Ventspils tapti samanlagt 1-5 ímóti FC Zürich úr Sveis. Sveisiska liðið vann 3-0 á útivølli í tí fyrra dystinum, og seinni dysturin endaði 2-1 á heimavølli. Ungarska liðið, Debrecen vann samanlagt 4-1 á Levski Sofia úr Bulgaria. Í gjárkvøldið vann Debrecen 2-0 á heimavølli.










