Fyrrapartin hevur løgtingið samtykt at broyta skattaviðurskiftini hjá føroyingum, sum sigla ella arbeiða uttanlands. Talan er í fleiri førum um grundleggjandi broytingar í viðurskiftunum hjá føroyingum, ið starvast uttanlands.
- Vit á Taks fegnast um uppskotið. Talan er í roynd og veru um fleiri broytingar, ið vit sum skattamyndugleiki hava eftirlýst. Lógarbroytingarnar fara í stóran mun at gera umsitingina hjá okkum lættari.
Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.
Talan er um rúgvusmiklar broytingar. Í stuttum verður fría ferðin millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands skattafrí. Eisini verður samdøgursfrádrátturin til persónar, ið verða skattaðir eftir grein 25b í skattalógini, tikin av.
Framyvir verða Norska Folketrygden og aðrar sosialar veitingar viðgjørdar sum ein skattur. Harafturat verður grein 25b frádrátturin broyttur til at verða 30% av inntøkuni, tó í mesta lagi 120.000 krónur.
- Í løtuni eru tað á leið 1300 føroyingar, sum annað hvørt sigla ella arbeiða uttanlands. Uppgávan hjá Taks komandi tíðina verður at tryggja, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands fær góða kunning og vegleiðing, nú viðurskiftini hjá teimum broytast, vísir á Eyðun Mørkøre á.
Allar broytingarnar hjá føroyingum, sum sigla ella arbeiða uttanlands, koma í gildi 1. januar 2013.
Á heimasíðuni hjá Taks er gjøllari vegleiðing í sambandi við nýggju lógarbroytingarnar.