Umboðsmaður
Í vikuni kom fram, at ein ungur fuglfirðingur - Ólavur Larsen - ikki slapp ígjøgnum nálareygað, tá Fótbóltssamband Føroya skuldi gera av, hvørt hesin var egnaður til upptøkuroyndina sum leikaraumboðsmaður.
Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at Ólavur er ein av fjepparunum, sum hvørt mánakvøld siga sína hugsan um dystin hjá sínum felag í Dimmalætting. Ein teigur, sum Dimmalætting hevur innført í ár, og sum er skipaður soleiðis, at ein fjeppari úr hvørjum felag beint eftir dagsins dyst sendir eini SMS-boð til Dimmu, har hesin sigur sína hugsan um dystin, sum hann júst hevur verið vitni til.
Sambært aðalskrivaranum hjá FSF, Ísak Mikladal, hevur Ólavur í hesum havt nakrar útsagnir, sum ikki samsvara við ta tign, sum ein leikaraumboðsmaður helst skal hava, og tí er umsóknin um eina upptøkuroynd ikki gingin á møti.
Subjektiv meting
Bæði í blað- og oddagrein í Dimmalætting verður funnist hvassliga at avgerðini hjá FSF. Blaðið sigur beinleiðis, at avgerðin hjá FSF ikki er røtt, og at hendan eigur at verða tikin upp til nýggja viðgerð.
Somuleiðis stendur Ólavur Larsen sjálvur sum eitt stórt spurnartekin, nú hann - fyribils í øllum førum - er forðaður í royndini at gera dreingjadreymin til veruleika.
- At skriva okkurt stuttligt og spískt eigur man at hava loyvi til, uttan at tað fær avleiðingar. Eg ætli mær heldur ikki at standa aftanfyri hinar fjeppararnar, sigur Ólavur Larsen við Dimmalætting.
Verður hugt at reglugerðini hjá FSF fyri umboðsmenn, so stendur tó greitt, at FSF í verandi støðu illa fær givið Ólavi Larsen møguleika at royna seg til upptøkuroyndina.
Partvíst, so er treytin fyri upptøku (grein 3.2, blðm.), at umsóknin kann vísast aftur, um umsøkjarin ikki hevur lýtaleysan atburð.
Hvat er lýtaleyst og ikki, vil altíð vera ein meting, sum verður gjørd í hvørjum føri sær, og í hesum førinum hevur FSF so ikki mett ÍF-fjepparan sum lýtaleysan. Tvørtur ímóti verður í avslagnum staðfest, at hann hevur verið til ampa fyri fótbóltin. Og tað er so ein meting, sum stendur við, hóast tað neyvan er øll, sum eru samd í hesum.
Skal vera gegnigur
Hinvegin er ivin ikki serliga stórur, um hugt verður nærri at lógarverkinum fyri spælaraumboðsmenn. Í grein 3.4 stendur nevnliga, at »Umsøkjarin kann ikki hava starv, arbeiði ella áhugamál í FIFA, UEFA, Fótbóltssambandinum, í einum fótbóltsfelagi ella nøkrum felagsskapi ella bólki, ið hevur tilknýti til omanfyri nevndu bólkar.«
Og hetta krav er so heilt givið nakað, sum Ólavur Larsen ikki livir upp til í verandi støðu. Sum »almennur« ÍF-fjeppari kann illa sigast, at hann ikki hevur áhugamál í nøkrum felag. Og tí livir hann í løtuni ikki upp til strongu krøvini um gegni, sum lóggávan setir.
Jákup einsamallur á norðurhøvum
Í týsdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at sum tað ljóðaði, so vóru tað í øllum førum tríggir umsøkjarar, sum høvdu biðið um loyvi at standa royndina sum spælaraumboðsmaður.
Av FSF-skrivstovuni varð hóskvøldið staðfest, at tá tað kom til stykkis, var bara tann eini umboðsmaðurin, sum fór upp til próvtøku, og at hesin ikki stóð royndina.
Soleiðis er tað enn bara tann eini føroyski umboðsmaðurin á marknaðinum. Tað er Jákup í Stórustovu, sum seinnu árini hevur rikið virkið, North Atlantic Football Agency.