Mikudagin verður aðalorðaskifti í Løgtinginum um eitt uppskot hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, um ein public service sáttmála millum tað almenna – Mentamálaráðið – og Kringvarp Føroya.
Uppskotið er rættiliga umfatandi, og í stuttum kann sigast, at dentur verður lagdur á tríggjar høvuðsbólkar innan kringvarp: mentan, børn og ung og mennan av føroyska málinum.
Um endamálið við einum public service sáttmála verður í uppskotinum sagt:
»Endamálið við public service-sáttmálanum er at lýsa, hvørjar uppgávur Kringvarp Førya skal loysa og at lýsa teir karmar, sum hetta public service-virksemið skal útinnast í«.
Eitt nú skal kringvarpið í størstan mun tryggja, at tilfarið:
• er óheft av seráhugamálum
• er fjølbroytt og argfalt
• er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsingar annars
• veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsingar og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti
• vendir sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri skara
• gevur brúkaranum gott inn lit
• er dygdargott
Uttanhýsis
Eitt av málunum, sum nomið verður við, er keyp av tænastum uttanhýsis. Sagt verður í uppskotinum um hetta :
» Kringvarp Føroya eigur at nýta ein lutfalsliga vaksandi part av fíggjarætlanini at keypa tænastur uttanhýsis, soleiðis at marknaðurin verður gagnnýttur á bestan hátt. Fríyrkisfólk hava tá møguleika at bjóða seg fram og menna seg á sínum økjum«.
Hetta er eisini fyri at gera sendiflatuna hjá kringvarpinum breiðari og fáa nýggjan íblástur.
Helena Dam á Neystabø vil tó ikki siga, um hetta merkir eina niðurlaðing av starvsfólkatalinum í kringvarpinum.
Eitt annað mál, ið nógv kjak hevur staðist av, er spurningurin um lýsingar í kringvarpinum, serliga útvarpinum. Í sínum fyigiskjølum mælir landsstýriskvinnan til, at lýsingarnar í sjónvarpinum í løtuni onga kapping hava, og hartil kunnu tær verða við til at økja um kreativitetin hjá teimum, ið fáast við slíkar filmslýsingar.
Tá tað til útvarpið kemur mælir Helena Dam á Neystabø til, at hesar við tíðini verða niðurlaðaðar, og at aðrar inntøkur so líðandi loysa hesar inntøkurnar av.
Aðalorðaskifti
Public service hevur leingi verið umrøtt og leingi hevur verið ætlan um at orða ein sáttmála hesum viðvíkjandi. Nú er hesin so orðaður og verður lagdur fyri Løgtingið komandi mikudag til aðalorðaskifti.
Partar av sáttmálanum eru eyðvitað eym mál hjá ymsu politisku flokkunum, og tí kann roknast við onkrum broytingum í endaliga sáttmálanum. Men uttan mun til tað, so skal sáttmálin tryggja eitt betri kringvarp.
- Endamálið er at skapa greiðar karmar, men tað er eisini at gera eitt betri kringvarp, har dentur serliga verður lagdur á mentan, børn og ung og mennan av føroyska málinum, og eg rokni við, at tá hesin sáttmálin er undirskrivaður og komin í gildi, so hava vit eisini grundarlagið fyri einum betri kringvarpi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.