Trivanaðarnevndin hevur undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 býtt seg í tveir partar. Ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin umfatar Páll á Reynatúgvu, Finn Helmsdal, Rúnu Sivertsen og Jóannis Nielsen, ið øll eru samgongulimir, meðan minnilutin fevnir um Hans Paula Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam.
Hesir báðir partar hava valt at gjørt viðmerkingarnar í ummælinum til ummælið av fíggjarlógaruppskotið hvør sær. Tískil er ummælið í tveimum pørtum. Men niðurstøðan hjá báðum pørtum er, at broytingar mugu gerast til játtanirnar í grein 8, sum umfatar almanna- og heilsumál.