Fíggjarmálaráðið vil hava nærri at vita um lønina, sum Tvøroyrar býráð ætlar at lata Ólavur Rasmussen fáa fyri arbeiði sítt við Saltsiloni.
Tí hevur Fíggjarmálaráðið biðið kommununa koma við nærri upplýsingum um málið. Umbønin varð ikki send kommununi fyrr enn hósdagin í seinastu viku, og tí er svar ikki komið enn.
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommuni heldur, at málið er einfalt, og hann sigur, at kommunan einki hevur at krógva.
- Vit hava eina býráðssamtykt, sum sigur, at Ólavur Rasmussen skal fáa 50.000 krónur um mánaðin í eitt ár. Meira er ikki um tað, sigur Kristin Michelsen.
Lønin bíðar
Hóast samtyktin er gjørd, hevur kommunan enn ikki goldið Ólavur Rasmussen nakra løn fyri arbeiðið við Saltsiloni.
Tað bíðar, til øll fíggingin er komin í hús.
Kristin Michelsen sigur, at kommunan enn ikki hevur tosað nærri við Ólav Rasmussen um lønina. Hann veit ikki, um Ólavur Rasmussen vil hava lønina, um hon skal mótroknast fráfaringarlønini, ið hann fær frá Mentamálaráðnum.
Hálvan januar í fjør varð fráfaringaravtala gjørd millum Mentamálaráðið og Ólavur Rasmussen, og sambært hesi avtalu skal fyrrverandi presturin, sum var tænastumaður, hava løn í trý ár fram til 2013.
Kann ikki bíða
Tvøroyrar kommuna kann ikki bíða við at gjalda Ólavi Rasmussen lønina, til fráfaringaravtalan er úti. Sambært roknskaparreglunum skal lønin útgjaldast í sama roknskaparári, sum arbeiðið verður gjørt.
Tað hevur ikki eydnast í dag at fáa nakra viðmerking frá Ólavi Rasmussen.