Á hvørjum ári fara ungir føroyingar í stórum tali av landinum í lestrarørindum. Onkur ætlar sær bara eitt styttri skeið í útlegd, meðan onnur ivast í, um tey munnu fara at venda aftur.
Ofta kann tað tykjast møtumikið at siga farvæl til tað kenda og trygga og flyta av landinum, og hjá ikki so fáum av teimum pisunum, sum komandi mánaðin pakka klæðsekkin, merkir lestrarbyrjanin eisini, at tær skulu flúgva úr reiðrinum hjá foreldrunum - nakrar fyri fyrstu ferð.
Tá pisurnar soleiðis skulu til heilt nýggjar umstøður, reisa nógvir spurningar seg , og sunnudagin fara umboð fyri Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) at royna at svara hesum sum frægast á árliga pisufundinum, sum felagið skipar fyri.
Á Platform
Í ár verður pisufundurin hildin í hølunum hjá Havnar Klubba, har diskotekið Platform heldur til. Á fundinum fara umboð fyri Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) at greiða frá um, hvat tað inniber at flyta uttanlands og byrja eina útbúgvingarleið har.
Á skránni eru millum annað íbúðarviðurskifti, stuðulsskipanir, herskylda og annars mannagongdir og reglur, ið eru umráðandi at kenna, tá ein byrjar á útbúgvingarstovni uttanlands.
Ymiskt er hvussu nógv pisurnar hava sett seg inn í viðurskiftini hjá teimum lesandi niðri, og tí verður eisini høvi hjá fundarluttakarunum at seta MFS-umboðunum spurningar bæði á fundinum og eftir fundin.
Flest til Danmarkar
Hjá nógv teimum flestu føroyingunum, sum velja at fara uttanlands at nema sær útbúgving, gongur leiðin til Danmarkar, og tí fer pisufundurin fyrst og fremst at snúgva seg um viðurskiftini hjá teimum, ið fara á danskar útbúgvingarstovnar. Men Altjóða Skrivstovan, ið ráðgevur føroyingum, ið fara út um ríkið at útbúgva seg, verður eisini umboðað á fundinum.
Umframt støðugt at arbeiða fyri at verja rættindini og betra umstøðurnar hjá føroyskum lesandi, hevur MFS tríggjar skrivstovur í Danmark, sum allar veita føroyskum lesandi vegleiðing. Høvuðsskrivstovan liggur í Keypmannahavn, og hinar báðar liggja í ávikavist Århus og Odense. Harumframt roynir MFS at fjálga um frítíðarlívið hjá teimum føroysku lesandi í Danmark við at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag so sum kjakfundum, konsertum og dansi, sigur MFS í tíðindaskrivi um pisufundin.
Pisufundurin hjá MFS er ein fastur táttur, sum hvørt ár savnar ein stóran part av teimum, sum um ólavsøkuna hava fingið játtandi svar um upptøku frá útbúgvingarstovnum uttanlands, og nú fyrireika seg til at fara av landinum at nema sær útbúgving.
Pisufundurin verður á Platform í morgin, sunnudagin, klokkan 19.00.