Virgar T. Dalsgaard
----
Líka síðani heystið 2008 hava ikki bara danskarar og føroyingar, men allir europearar fingið at vita, at man skuldi spara, vera lønarbeskeðin, hava samfelags-sinnalag, vera mátahaldandi og minka um alt marglæti, so tey hart plágaðu europæisku londini kundu lofta sær aftur. Samstundis hava eisini verið økonomar, sum messaðu og gramdu seg um, at vit brúktu for lítið, men tað er ein onnur søga. Teir flestu smáu og meinigu lønmóttakarar hava, ið hvussu so er, noyðst at verið afturhaldandi við lønarkrøvum og minka seglini í tí dýrkandi gerandisdegnum. Reallønin hevur tessvegna sturtað niður eftir hjá vanligum lønarfólki hesi síðstu fimm árini.
Í einum slíkum arbeiðs-klima er tað ófatuligt, at ein blaðstjóri, ein ”primus inter pares” , ein ósjálviskur oddamaður á trotabúgvinum Dimmalætting skal kunna loyva sær at prioritera seg sjálvan so grovt fram um alla sína manning av lønmóttakarum, at teir allir vera við sviðið soð, meðan hann sleppur næstan heilt fíggjarliga snikkaleysur.
Hesin talentleysi meiningsfabrikantur hevur nú í fleiri ár sitið og arbeitt Dimma-lætting miðvíst eftir reyv – tað er ein tragedia, men at hann skal belønast fyri tað, er ein katastrofa.
Dimmalætting var eitt heiðurskrýnt blað við skilagóðum og edrúiligum ríkisfelags-meiningum, men í Gregersenskari tíð bleiv tað eitt vulgert tjóðveldisorgan, sum viðhørt var líka so heiladeytt sum ”Fjúrtandi september” í sínari tíð.
Men lat tað nú vera, vit hava jú talu- og skrivifrælsi, so sjálvt gregersenskir tankar hava rætt til at koma upp á prent. Men man hevur ikki nakað moralskt frælsi til at kúga og manipulera sítt starvsfólk.
Tað, eg minnist, høvdu skip sjópant, sum tryggjaði, at manningin fekk sítt, áðrenn aðrir kreditorar. Tað er fyri meg ein gáta, hvussu Gregersen kann hava manipulerað sína manning so grovt, at hann kann fáa alt sítt, áðrenn aðrir kreditorar. Fakfeløgini áttu langt síðani at havt kravt ein kausul, sum vissaði lønarfólkinum á Dimmalætting sín part, áðrenn aðrar kreditorar, eisini áðrenn tann ovasta leiðaran.
Harra Gregersen skuldi sjálvandi staðið pent í lønarkøini sum øll hini starvsfólkini, so einfalt er tad!
Hava lønarfólkini á Dimmalætting latið seg bóndafanga av einum kyniskum og manipulerandi tíðindasmiði, ja, so stendur tað til skiftirættin at vurdera um slíkt maktmisbrúk er kriminelt, og er tað ikki tað, so er tað, ið hvussu so er, ein moralsk svínagerð.
Tað skal stórt dirvi til, um harra Gregersen ætlar at spáka óskammaður millum manna eftir hesa fúlu ”sortie”. Var nakað sum helst mansevni í honum, so bardist hann fyrst og fremst fyri síni lønarmanning heldur enn at svíkja tey.