Greenpeace rópar varskó um hótt fiskasløg

Í kuldadiskunum kring um í stórhandlunum í Danmark liggja nógv fiskasløg, sum Greenpeace metir vera hótt ? ella veidd við oyðandi fiskireiðskapi Greenpeace hevur almannakunngjørt ein faldara við heitinum ?Alt godt fra havet?, sum raðfestir danskar handilsfyritøkur ? alt eftir, hvussu burðardyggan politikk hesar føra, tá ið tær keypa fiskavørur til at selja útaftur til brúkararnar.

Raðfestingin hjá Greenpeace vísir, at fleiri danskar handilsketur við undantaki av Lidl og Rema1000, fáa dumpikarakter. Aldi og SuperBest skrava botnin við ávikavist 5 og 7 stigum av 252 møguligum.

Hanne Kærgaard Lyng Winter, havfrøðingur hjá Greenpeace Nordic, heldur, at leiðslurnar í einstøku stórhandlunum mugu taka á seg ábyrgd.

- Okkara faldari vísir tíverri, at donsku handilsketurnar føra ein ábyrgdarleysan politikk, tá ið tær keypa fiskavørur at selja útaftur. Hetta er ikki í lagi, og leiðslurnar í einstøku ketunum mugu átaka sær sín part av ábyrgdini fyri burðardyggari nýtslu av havsins ríkidømi. Keturnar mugu seta í verk ein politikk, sum tryggjar, at viðskiftafólk ikki blaka fiskavørur, sum ikki eru veiddar úr burðardyggum fiskastovnum, í innkeypsvognin og soleiðis óvitandi eru við til at tøma havið fyri eitt nú tosk, áll og tunfisk.

Umframt at vísa á, hvørjir stórhandlar ikki eru ábyrgdarfullir við innkeypi av fiskavørum, hevur umrøddi faldari eisini ein lista yvir fiskasløg, sum Greenpeace mælir til, at handlar, brúkarar, matstovur og aðrir keyparar ikki skulu keypa.

Listin verður dagførdur og kunngjørdur einaferð um hálvárið.