Greenpeacesvimjarar royna at forða boriskipi at koma á boristaðið vestan fyri Hetland.
Eftir at hava tikið avleiðingarnar av eini hóttan at verða drigin í rættin og tikið avgerð um at fara av akkersketuni á boriskipinum Stena Carron, eru Greenpeacefólk nú aftur í offensivinum. Sambært Shetland Times hava fólk frá Greenpeace roynt at steðga Stena Carron at sigla til boristaðið vestan fyri Hetland. Fleiri Greenpeacefólk í svimjibúnum hava lagt seg framman fyri boriskipið fyri at forða tí at sigla víðari. Boriskipið hevur so siglt uttan um umhvørvisfólkini við kós móti staðnum, har borast skal. Stena Carron er í løtuni á veg til Lagavulin prospektið 160 fjórðingar norðan fyri Hetland, har tað skal bora fyri Chevron. Eisini føroyska oljufelagið Faroe Petroleum er við í hesi boringini, sum er knappar 50 kilometrar frá føroyska markinum. Umboð fyri Chevron siga sambært Shetland Times, at boringin er als ikki vandafull fyri hvørki umhvørvi ella fólk. Men Greenpeace vil vera við, at tað er ørskapur at bora á djúpum vatni eftir vanlukkuna í Meksikoflógvanum.
Einasta boring, sum annars fer fram í økinum vestan fyri Hetland er tann, sum í løtuni er á føroyska landgrunninum. Greenpeace plagar ikki at siga frá, hvar tey seta tiltøk í verk, men um boringin í Føroyum er partur av ætlanini hjá Greenpeace er ógreitt. Hinvegin er ikki óhugsandi, at tey eisini hava West Phoenix, sum borar fyri ENI í Føroyum sum eitt av sínum málum. Hetta er tó ikki møguligt at fáa váttað. Hægsti politimyndugleikin í Føroyum segði herfyri við Kringvarpið, at teir fylgja gongdini. Greenpeaceskipið Esperanza hevur verið í Grønlandi og roynt at steðga boring har. Nú er tað so vestan fyri Hetland. Um tað verður í føroyskum øki komandi dagarnar kunnu vit so bara gita um. Men endamálið hjá Greenpeace er at steðga allari boring á djúpum vatni antin tað so er vestan fyri Hetland, eystan fyri Føroyar ella í Grønlandi.









