Faroe Petroleum er við í boring, sum nú byrjar norðan fyri Hetland
Seinastu dagarnar hevur Greenpeaceskipið Esperanza fylgt boriskipinum Stena Carron út á borileiðina vestan fyri Hetland. Svimjarar hava lagt seg frammanfyri skipið, sum hevur verið noytt at broyta kós fleiri ferðir. Nú hevur so Greenpeaceleiðslan gjørt av at gevast við hesum tiltøkunum, tí oljufelagið Chevron fyri aðru ferð er farið í rættin við umhvørvisfelagsskapinum. Ein rættarsøk hevði verið sera kostnaðarmikil fyri Greenpeace, tá hugsað verður um, hvussu nógv tað kostar at leiga eitt so stórt boriskip. Stena Carron bíðar nú eftir endaliga loyvinum at seta borin í Lagavulin prospektið 160 kilometrar norðan fyri Føroyar og 50 kilometrar frá føroyska markinum. Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum er við í hesi boringini, sum er í einum øki, har oljuboring ikki hevur verið áður.