Greenpeace-fólkini tikin

Grønlendska løgreglan tók í dag 14 Greenpeace-fólk, sum tóku seg upp á oljuboripallin Leiv Eikriksson í morgun. Fýra Greenpeace-fólk, sum hava læst seg inni í tveimum kranahúsum, eru framvegis uppi á pallinum.

Morten Nielsen hjá løgregluni í Nuuk sigur við Berlingske Tidende, at tey tiknu verða skuldsett eftir lógargreinini um húsaófrið. Harafturat verða tey skuldsett fyri at hava brotið reglurnar um trygdarøki við oljupallin.

Greenpeace vil hava Cairn Energy at sleppa ætlanini um at bora eftir olju í Vesturgrønlandi.