Greenbet.com fær góða undirtøku

Onkur føroyingur gjørdi kvettið, tí fýra útisigrar vóru í 3. deild

Í síðstu viku skrivaðu vit um veddingarfyritøkuna greenbet.com, sum bjóðaði føroyingum ? og øðrum áhugaðum ? at vedda um føroyskar fótbóltsdystir gjøgnum internetið.

Teir í greenbet siga, at undirtøkan millum føroyingar higartil hevur verið nøkulunda sum væntað, hóast tað er eitt sindur torført at siga so tíðliga.

Annars kom tað eitt sindur illa við, at fýra av heimaliðunum í 3. deild taptu hetta fyrsta umfarið, og onkrir føroyingar gjørdi kvettið.

Annars er tað ikki beinleiðis neyðugt at hava internetsamband fyri at kunna vedda hjá greenbet.com.

Fyritøkan hevur eisini eina telefontænastu, sum svarar frá klokkan 10 til klokkan 17.

Um tú ikki hevur internet, ella um tað ikki liggur fyri at sleppa út á netið, kanst tú ringja á telefon 44 77 80 og vedda um telefonina.

Tú kanst vedda um teir føroysku dystirnar til ein tíma undan dystarbyrjan, og við útlendsku dystunum kanst tú vedda heilt fram til fimm minuttir, áðrenn dystirnir byrja.