Skipið var bygt í 1942 og kostaði Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik 135.500 krónur at keypa.
Ætlanin var ta skipið skuldi brúkast til innanoyggjasigling, og navnið, og navnið skuldi vera "Sigmundur".
Tá skipið var liðugt umbygt og klárt at seta í sigling, dreiv tað á land eina illveðursnátt í februar 1950 og gjørdist vrak.
Felagið keypti so annan minustrúkara, ið var systirskip til "Green Dolphin". Hesin fekk so ístaðin navnið "Sigmundur".
"Sigmundur" sigldi í Skálafjarðar- og Sundalagsrutuni frá 1950 til 1967, tá "Tróndur" sum varð keyptur úr Norra avloysti hann.
Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.









