Gravsteinurin horvin úr kirkjugarði í Havn

- Tá eg kom á grøvina nú ein dagin, var gravsteinurin horvin, sigur Marianna Jacobsen.

- Tá eg kom á grøvina nú ein dagin, var gravsteinurin horvin, sigur Marianna Jacobsen.

 

Tað er ein gáta, hvar gravsteinurin yvir Pætur er vorðin av.

 

- Hetta er ein gravsteinur, sum vit funnu í haganum, men har var grivið í hann, og ein fuglur stóð á honum, so tað er eingin ivi um, at fólk vita av, at talan er um ein gravstein, sigur Marianna Jacobsen.

 

Lítli Pætur var deyðføddur, og grivin í grøvini hjá abba sínum.

 

- Vit hava spurt okkum fyri hjá teimum, ið hava við kirkjugarðin at gera, men hann, ið hevur yvirlitið, er í summarfrí í løtuni. Hann kemur aftur í komandi viku, og áðrenn eg havi fingið tosa við hann, geri eg ikki mera við málið, sigur Marianna Jacobsen.

 

Hon sigur, at gravbsteinurin er tað einasta, tey hava at fara til, og tí er tað so harmiligt, at steinurin nú er burtur.

 

- Tað kann finnast onkur logisk frágreiðing um, hví steinurin er burtur, men áðrenn eg havi tosað við umsjónarmannin, geri eg ikki meira við málið, sigur Marianna Jacobsen.