Gongur tú tær ein túr í einum av gomlu kirkjugørðunum í Føroyum, leggur tú skjótt til merkis allar teir vøkru gravsteinarnar, ið eru tilevnaðir úr sermerkta føroyska basaltinum. Í øldir hava føroyingar brúkt tað føroyska basaltið, og hetta brúktu okkara forfedrar eisini til gravsteinar. At evna burtur úr gróti er tískil elligamalt føroyskt handverk.
Í nøkur ár hevur aftur verið møguligt at fáa gravsteinar, framleiddir í Føroyum og úr føroyskum basalti. Tað er Føroya Grótvirki í Skopun, ið arbeiðir við føroyska basaltinum, sum ger hetta møguligt. Ein partur av teirra framleiðslu er gravsteinar, sum teir selja og seta upp kring alt landið.
Tað er ymiskt, hvussu fólk gera, tá tey skulu bíleggja ein gravstein. - Ofta ringja fólk og spyrja seg fyri, og vit eru altíð klárir at vegleiða og hjálpa, soleiðis at funnið verður fram til eina loysn, sum tey avvarandi eru glað fyri, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki.
Hann vísir á, at teir hava ymisk snið av gravsteinum á virkinum, men fólk kunnu eisini sjálvi gera av, hvussu gravsteinurin skal síggja út.
- Tað vanliga er, tá tað eru serstøk ynski, at vit gera eitt uppskot til gravsteinin - alt eftir, hvat tað er, sum avvaðandi ynskja. Vit senda uppskotið til tann, sum hevur umbiðið og leggja við eitt greinað, men óbindandi tilboð, sum fólk kunnu taka støðu til.
Tað, sum sermerkir arbeiðið hjá Føroya Grótvirki, er, at virkið hevur alla arbeiðsgongdina um hendi. - Vit fáa grótið úr Høvdarhaga, har vit noyðast bora og spreingja. Onkrir klettar kunnu viga heilt upp í eini 30 tons. Klettarnir verða skornir niður í plátur í passandi tjúkt. Pláturnar verða poleraðar, og síðan verða tær høgdar til við hamara og meitli, so steinarnir júst fáa tað skap, sum avvarðandi ynskja.
Høgni Tausen sigur, at um avvarðandi ynskja tað, kann Føroya Grótvirkið taka sær av øllum. - Vit gera steinin, gravera navn og tekst á steinin, og ynskja avvarðandi tað, fara vit eisini út í kirkjugarðin og seta steinin upp.
Á heimasíðuni hjá Føroya Grótvirki - www.fgv.fo - eru nógv snið at velja ímillum, og virkið hevur altíð nakrar gravsteinar á goymslu. - Hóast vit hava snið av gravsteinum í okkara útboði, verða flestu gravsteinar tó framleiddir eftir bílegging, leggur hann aftrat.
Gravsteinarnir hjá Føroya Grótvirki eru vanliga antin hápoleraðir ella slípaðir. Tó er møguleiki at hava aðra yvirflatu á gravsteininum.
- Tá fólk koma at spyrja seg fyri ella bíleggja gravstein til ein av sínum kæru, sum er farin, er tað altíð serstakt og persónligt. Vit vilja altíð hjálpa, og vit vilja altíð vera góðir í ráðum, eins og vit geva okkum stundir at hitta viðskiftafólk - antin inni á gólvinum ella í telefonini.
Høgni Tausen sigur, at fólk, sum skulu hava ein gravstein til onkran av sínum kæru, sum er farin, kunnu eisini koma við einum steini sjálvi, um tey ynskja tað. - Í slíkum føri bjóða vit okkum til at tillaga steinin, um okkurt er, sum fólk vilja hava eitt sindur øðrvísi, sigur hann.
Føroya Grótvirki bjóðar sær eisini at umvæla gamlar gravsteinar.
- Er tað soleiðis, at avvarðandi vilja hava eitt navn aftrat á sama stein, taka vit okkum eisini av hesum. Um tað er ynskiligt, fara vit í kirkjugarðin eftir steinunum, gera graveringsarbeiði, og síðan seta vit gravsteinin upp aftur í kirkjugarðinum.
Høgni Tausen sigur, at fólk, sum hava fyrispurningar, altíð eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við Føroya Grótvirki.
##med2##