Gravgangur í Runavík

Upp móti 200 fólk stóðu í kø í morgun, tá nýggja telebúðin hjá Føroya Tele í Runavík læt upp.

Tað var sannur gravgangur eftir upplætingartilboðunum, tá Føroya Tele í morgun klokkan 10 læt upp telebúð sína í Runavík. Fyrsti kundin sum kom inn, hevði staðið síðan klokkan 1.30 í nátt. Tá hurðarnar lótu upp, stóðu upp móti 200 fólk uttanfyri.

Handilin hevur verið afturlatin seinastu vikuna, meðan alt er blivið umvælt. Í dag læt so handinin upp aftur í nýggjum hami, har alt er hvítt og ljóst.

– Sjálvt um gravgangur var eftir tilboðunum, gekk alt friðaliga fyri seg, tí øll fingu eitt nummar við inngongdina, siga tey á Føroya Tele.