Gravgangur eftir søguni um íslendska skrædlið

Nærum 200 fólk vóru í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og lýddu á íslendska rithøvundan, Einar Már Guðmundsson, tá Hvítabók hansara um kreppuna í Íslandi varð løgd fram á føroyskum

Alt, ið krúpa kundi av lærarum, bókmentafólkum, tíðindafólkum, politikarum og øðrum áhugaðum, var møtt upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tá Einar Már Guðmundsson og Carl Jóhan Jensen, ið hevur týtt Hvítubókina, greiddu frá, hvussu bókin kom í lag.

Einar Már Guðmundsson var sera virkin í almenna orðaskiftinum í Íslandi, tá bankarnir fóru á húsagang í oktober 2008, og fólkið fór á gøtuna at krevja stjórnina hjá Geir Haarde setta frá. Tíðargreinir hansara vaktu ans, tí tær vóru so atfinnandi, og Hvítabókin er eitt savn av hesum greinum, har lagt er aftrat tekstunum við upplýsingum og metingum.

Einar Már Guðmundsson eirir ongan í bókini, hvørki politikarar, fíggjarfúrstar ella fyri tann skuld tann kravmikla Altjóða Gjaldoyragrunnin, tí hann er sera harmur um, at støðan í Íslandi er vorðin so hættislig, sum hon er. Tó megnar hann við sínum speisemi at geva fólki innlit í sínar hugsanir á stuttligan hátt.

Eitt nú mótmælir hann, at íslendska fólkið skal gjalda rokningina fyri kollsiglda internetbankan, ICESAVE, sum íslendskir privatmenn varðaðu av í Onglandi og Hollandi.

Íslendska fólkið eigur ongan lut í hesum ævintýri og skal tí ikki gjalda eitt oyra fyri hann, heldur hann. Kortini snúgva samráðingarnar við Ongland og Holland seg um, at íslendingar skulu játta seg sekar í ICESAVE-húsaganginum, so teir skulu fáa tað betri í fongslinum.

- Ja, hvat skulu vit halda um tað, spurdi Einar Már Guðmundsson, og láturin rungaði í Norðurlandahúsinum.

Mál er vald
Soleiðis var tónin fríggjakvøldið, og hóast Einar Már Gudmundsson viðhvørt kann vera heldur tungur fyri málinum á skandinaviskum, er stutt millum gullkornini, tá hann leggur fram, og hann er allatíðina til staðar og tosar beinleiðis við hvønn einstakan áhoyrara.

Tá ruddað verður upp í sambandi við kreppur, snúgva orðaskiftini seg ofta um lógarbrot, órættvísi og krøv um avleiðingar. So er eisini í Íslandi í dag. Men tú mást helst vera rithøvundur fyri at greina teg fram til, hvussu ríkmenn ikki bara ognartaka kvotur, bankar og onnur samfelagsvirði, tá teir taka ræðið á einum landi, men eisini ognartaka sjálvt málið.

Eitt hugtak, teir skaptu í Íslandi, var kjølfestuíleggjarar. Kann nakar hava nakað ímóti einum tílíkum hugtaki, sum ljóðar so skilagott og fær sína megi úr gomlum skipamáli, spurdi Einar Már og vildi við hesum vísa á, at tá virðisgrundarlagið í samfelagnum fer av lagi, verður fólkið forført gjøgnum málið.

Í Hvítubókini lýsir hann eisini, hvussu málið hjá politikarunum missir sítt innihald, tá teir aftur og aftur tosa um sovorðið, sum fólk ikki skilja ella hava áhuga fyri. Hann skrivar:

"Politikarar tosa eitt tungumál, ið er eyðkent av máltuggum, løgmálafløkjum og regulgerðum, sjáldan av nakrari heimsáskoðan. Programmfólk á fjølmiðlunum siga fyri mær, at tey eru deyðatroytt av sovorðnum kjaksendingum. Nú eiga politikararnir at sleppa sær á málskeið hjá fólkinum, koma á borgarafundirnar og lurta eftir tí, sum vit siga."

Hetta skrivaði hann, áðrenn býráðsval var í Reykjavík í farnu viku, tá ein nýggjur flokkur við skemtarum sópaði allar teir gomlu flokkarnar til viks og fekk 35 prosent av atkvøðunum. Um vikuskiftið frættist so, at ein av skemtarunum verður næsti borgarstjórin í Reykjavík.

Allir í ørviti
Framløgan fríggjakvøldið var skipað soleiðis, at Einar Már Guðmundsson og Carl Jóhan Jensen lósu upp úr bókum hansara, og síðan settu Carl Jóhan Jensen og áhoyrarar Einari Már spurningar um Hvítubókina. Onkur áhoyrari undraðist á, at hann svaraði ikki beinleiðis upp á spurningar um t.d. norðurlendska vælferðarmodellið og ES. Hann hugleiddi bara víðari um teir.

Men soleiðis svarar ein rithøvundur ivaleyst spurningum um politisk mál, og undir øllum umstøðum gav framløgan gott innlit í, hvussu stórum trupulleikum Ísland er í, og hvussu íslendska fólkið hevur trýst politisku flokkarnar í knæ og krevur at fáa fíggjarfúrstarnar drignar til svars fyri sínar gerðir.

Meðan Einar Már greiddi frá gongdini í landinum, rann mær til hugs, hvat ein hýruvognsførari segði uttan fyri flogvøllin í Reykjavík í apríl 2000, tá hann varð spurdur, hvussu íslendingar høvdu tað. Hann svaraði við sama speiska tóna, sum eyðkennir Hvítubókina:

- Teir eru vorðnir í ørviti. Ongin arbeiðir longur, og allir sita bara heima og keypa og selja partabrøv!

Hetta var fyri 10 árum síðan, tá fíggjarævintýrið spakuliga byrjaði. Í Hvítubókini, sum nú fæst á føroyskum, kann so lesast um, hvussu tað endaði.
ua@sosialurin.fo
------

Um Hvítubókina
 
Upprunatekstur: Einar Már Guðmundsson 2009
Føroysk týðing: Carl Jóhan Jensen 2010
Útgáva: Forlagið í Støplum
Umbróting: Gramar, Tórshavn
Prent: Oddi í Íslandi