Tað er gravgangur eftir munnbindum um alt landið. Men eftirspurningurin er størri enn útboðið, og tað er púrasta útselt á apotekunum kring landið.
Á Tjaldurs Apoteki í Havn bleiv útselt fyrradagin, og har fáa tey eina nýggja sending við munnbindum týsmorgunin.
Á apotekinum á Tvøroyri ganga tey eisini sum heitt breyð.
– Her bleiv útselt fyrsta dagin. Alt bleiv skrætt vekk uppá tríggjar tímar. Fleiri munnbind eru á veg, men vit duga ikki at siga, nær tað kemur, vónandi í næstu viku, siga tey úr apotekinum har suðuri.
Á Norðya apoteki í Klaksvík er sama skil.
– Fyrst bleiv tað útselt mikudagin, og so fingu vit eitt sindur aftrat í gjár, men tað bleiv beinanvegin útselt aftur, sigur eitt starvsfólk.
Á Eysturoyar Apoteki bleiv útselt í morgun. Har kemur meira í næstu viku, og starvsfólkini vóna, at tað verður mána- ella týsdagin.
Úr øllum apotekunum hoyra vit, at tað eru øgiliga nógv fólk, sum spyrja seg fyri og ætla sær at keypa munnbind í dag.