Tá ið Strandferðslan varð flutt úr Havnini til Suðuroyar, vóru tað summi sum spáddu, at tað fór at forkoma stovninum.
Men at Strandferðslan varð flutt, hevur í øllum førum ikki forkomið áhuganum fyri at verða stjóri á Stovninum.
Dánjal Andreasen, sum nú er stjóri, hevur sagt upp og fer úr starvinum 1. februar.
Í tí sambandinum hevur vinnumálaráðið søkt eftir nýggjum stóra og nú umsóknarfreistin var úti 30. desember, er greitt, at heilar 14 umsóknir eru komnar inn.
Úr vinnumálaráðnum verður upplýst, at umsóknir eru úr øllum landinum.
So tað kann heldur ikki sigast at hava forskrekt umsøkjarar, at fráfarandi stjórin metti, at ein nýggjur stjóri, sum er kjølfestur í Suðuroy, hevur betri møguleika at trívast í starvinum enn ein, sum ikki hevur tilknýti til oynna.
Vinnumálaráðið fer nú at manna ein setanarbólk, sum síðani skal viðgera umsóknirnar.
Væntandi verða nakrir umsøkjarar tiknir burtur úr og ætlanin er at seta starvið nakað skjótt.
Stórt arbeiðspláss
Nýggi stjórin á Strandferðsluni fær nóg mikið at gera, tí stovnurin veitir hvørt ár tænastur fyri góðar 170 milliónir krónur, har 120 milliónir verða játtaðar á fíggjarlógini og 50 milliónir eru inntøkur frá ferðafólki og farmi.
- Tænastur stovnsins eru týðandi táttur í at binda landið saman og tað liggur á Strandferðsluni at samskipa ymisku leiðirnar á besta hátt eftir tørvinum á staðnum og annars hjá øðrum ferðandi, stóð í lýsingini eftir nýggjum stjóra.
Í Strandferðsluni arbeiða eini 170 fólk tilsamans og her er talan um fólk við rættiliga ymiskum útbúgvingum og førleikum. Tey arbeiða víða um landið fyri at røkja henda flutning og ein stórur partur av teimum arbeiðir í vaktum.
Nýggi stjórin fær fært ábyrgdina av at tryggja, at flutningsuppgávurnar hjá stovninum verða røktar støðugt, effektivt og trygt.
Hann skal eisini tryggja eina skilagóða fíggjarstýring og at starvsfólkini trívast og hava røttu førleikarnar til uppgávurnar.
Avbjóðingin hjá nýggja stjóranum er framhaldandi at menna landsfyritøkuna og ta tænastu hon veitir viðskiftafólkunum og tað verður somuleiðis uppgávan hjá honum at síggja nýggjar møguleikar í virkseminum og at menna hesar møguleikar til nýggj tilboð til gagns fyri viðskiftafólkið og fyritøkuna.
Til at røkja hesa uppgávuna krevst eitt fólk við viðkomandi útbúgving og sum hevur leiðsluroyndir frá privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum,
Stjórin skal eisini hava góð samstarvsevni og áhuga fyri leiðslu og starvsfólkamenning hann skal somuleiðis vera framtakshugaður og nýhugsandi.