Gravgangur eftir at síggja “Pør”

Allar sýningarnar av sjónleikinum “Pør” higartil hava verið útseldar, nú Klakvíkar Sjónleikarafelag spælir svarta skemtileikin eftir bretska dramatikaran, Jim Cartwright, í Spaniastovu, sum er riggað til eina enska pubb.

Í gjárkvøldið og í kvøld var útselt, og so er eisini í annaðkvøld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til sýningina sunnukvøldið klokkan 19. Ein undansýning og sjálv aðalroyndin vóru eisini fullsettar, so rættur gravgangur er eftir at síggja “Pør”.

Sjálvt um tað er ein breti, ið hevur skrivað leikin, og hann gongur fyri seg í einum sera enskum pubbumhvørvi, er tað eingin forðing fyri at fáa nógv burturúr, tí tey flestu kenna annaðhvørt seg sjálvan ella onnur aftur í teimum sera beinraknu leiklutunum.

Høvuðsleiklutirnar hava Astrið Gullborgardóttir og Jan Gardar, og hini eru so Jógvan E. Ósá, Adelborg Linklett, Jógvan Brim Joensen, Jórun Ljósstein, Hans Hjalti Skaale, Eliana Svøðstein, Høgni Olsen, Erla Jacobsen, Karl Martin Poulsen, Karola Lydersen og Kristian D. Heinesen.

Tað er íslendski leikstjórin, Saga Jónsdóttir, ið hevur lagt teimum í Klaksvíkar Sjónleikarafelag lag á, og hon má sigast at kenna leikin, tí sjálvur hevur hon spælt hann sum sjónleikari ikki færri enn 130 ferðir!