Hjá Atlantsflogi merkja tey stóran áhuga í løtuni fyri at broyta ferðaseðil til Føroya um jóltíðir, og leiðslan í flogfelagnum heldur eyga við, um neyðugt verður at seta fleiri flogfør í flúgving komandi dagarnar.
– Tað, sum vit síggja, er, at har er stór broyting í, og fólk, sum hava keypt ferðaseðlar til beint áðrenn jól, framskunda teir til nú. Og tað er nokk tí, at Mette Frederiksen hevur broytt tilmælini í Danmark, sigur Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic.
– Tað er nokk tí, at nógv lesandi hava fingið at vita, at tey skulu ikki møta upp á skúlunum men vera við online.
Hóast tað í løtuni er pláss á teimum flogførunum, sum longu eru á skrá og í flúgving, heldur Atlantic eyga við støðuni, soleiðis at fleiri flogfør kunnu setast inn, skuldi tørvur verið á tí.
– Vit sita akkurát og hyggja eftir tí. Vit ætla ikki at vera nakar fløskuhálsur, so vit koma altíð at seta nokk av kapasiteti inn. Vit síggja bara tað, at nógv eru farin at broyta ferðaseðil frá at kom heim beint áðrenn jól til at koma heim hesar næstu dagarnar, sigur Johanna á Bergi og vísir á, at tey flestu plaga at koma heim til Føroya millum 17. og 22. desember.
Ongar ítøkiligar ætlanir eru enn um at seta fleiri flogfør í flúgving, men leiðslan á Atlantsflogi fylgir við støðuni og ger metingar hvønn dag, hvørt tað er neyðugt við fleiri flogførum.
Hóast Atlantsflog segði nógv fólk úr starvi fyrr í ár orsakað av ávirkanini av koronufarsóttini á loftferðslu, er nokk av arbeiðismegi til at seta fleiri flogfør inn í flúgving, og tað er heldur ikki nakar trupulleiki at fylgja koronutilmælunum, hóast ferðslan verður økt, ger Johanna á Bergi greitt.