Gravgangur eftir at fáa nevndarsess

Tað eru heili 37 menn og kvinnur, sum skulu kappast um 18 nevndarsessir

Tað er rættiligur gravgangur eftir at fáa sess í umboðsráðnum í Betri Trygging. Í hesum døgum er val til umoðsráðið, har tey, sum hava trygging í Betri Trygging, skulu velja 18 fólk í umboðsráðnum. Val er til Umboðsráðið annaðhvørt ár. Tilsamans eru 35 fólk í umboðsráðnum. og í ár standa altso 18 limur upp á val.

Bara tey, sum hava trygging í Betri Trygging, kunnu stilla upp til valið, men tað er eisini ein treyt, at tey hava undirskrift frá 25 stillarum, sum vátta fyri uppstillingina og teir skulu eisini øll hava trygging í Betri Trygging.

Freistin at stilla upp var 31. august og nú valevnini eru kannað og góðkend, er tað greitt, at tað eru 37 valevni at velja ímillum.

Seinasta freist at velja er 28, september og tá ið atkvøðurnar eru taldar saman, verður greitt, hvørji 18 av teimum eru vald.

Tað er heldur ikki sørt, at valevnini føra valstríð og royna at reka fólk á val fyri at fáa atkvøður.

Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at vera aðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Aðalfundurin velur nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir ársroknskapin og hevur heimild at broyta viðtøkurnar, og tey hava nakrar fundir um árið.

Tey 37 valevnini, sum stilla upp hesaferð, eru 22 menn og 15 kvinnur, og har eru fleiri kend nøvn ímillum, eitt nú tríggir fyrrverandi løgtingslimir fyri Tjóðveldi. Tey 37 valevnini eru hesi:

Andrass Holm Arge, Stykki

Andrass Skaalum, Tórshavn

Anfinn Jacobsen, Hattarvík

Anita Hermansen,Tvøroyri

Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík

Arni Teindal, Fámjin,

Birita Arge, Hoyvík

Birita Clementsen, Hoyvík

Bjørg Dam, Tórshavn

Emil Jacobsen, Skála

Frankie Jensen, Hoyvík

Guðrun Poulsen, Argir

Gunnhild Dahl-Niclasen, Haraldssund

Hans Jákup Langgard, Tórshavn

Heðin Poulsen, Vatnsoyrar

Heidi Kollsker, Hoyvík

Heidi Petersen, Tórshavn

Hergeir Pauli Vang, Tórshavn

Jan Müller, Tórshavn

Jens Johan Dam, Tórshavn

Jens Sigurð Simonsen, Froðba

Jóhannus Martin Olsen, Toftir

Magni Arge, Argir

Maria O. Berg, Runavík

Olaf í Garði Joensen, Eiði

Pauli Klakkstein, Klaksvík

Petur í Króki, Strendur

Robert Poulsen, Kollafjørður,

Rógvi Thomsen, Hvalba

Rúna í Skála, Tórshavn

Schandorff Vang, Oyrabakki

Sjúrður Hammer, Tórshavn

Súsanna Sondum, Tórshavn

Svanhilda Lervig, Hoyvík

Tommy Næs Djurhuus, Tórshavn

Tóra við Keldu, Klaksvík

Tórunn Weihe Steingrund, Skála