Gravgaard til Nantes

FC Keypmannhavn hevur mist sín liðformann

Verjuspælarin Michael Gravgaard er seldur til franska felagið Nantes. Samráðingarnar hava vart í nakrar vikur, og nú er klárt hjá Gravgaard at skriva undir.

- Vit hava ikki ætlað okkum at selja Michael, men vit fingu eitt tilboð, sum vit ikki kundu siga nei til, sigur ítróttarstjórin í FCK, Carsten V. Jensen.

30 ára gamli Michael Gravgaard hevur spælt fyri FCK síðani summarið 2005, tá hann kom úr Viborg.