Farna kappingarár var Gravesen leigaður til enska felagið Everton, og nú hann er komin aftur til Celtic at spæla, hevur venjarin givið honum boð um at venja við eykaliðnum. Hetta verður mett sum eitt greitt tekin um, at felagið vil av við danska spælaran.










