Danski fótbóltsspælarin Thomas Gravesen hevur seinastu dystirnar sitið á beinkinum hjá Celtic, har hann annars var ætlaður fast pláss á miðvøllinum. Um vikuskiftið spældi Celtic steypadyst ímóti Inverness, og hesaferð slapp Gravesen upp í part. Hann kom á vøllin, tá ið tað restaði eitt korter av dystinum. Støðan var 1-0 til Inverness, tá ið danin kom inn, men tað eydnaðist Celtic at venda dystinum og vinna við tveimum málum seint í dystinum.