Gravesen spjaðir gleði í Everton

Thomas Gravesens er afturvendur til sítt gamla felag Everton, eftir at hann hevur verið og roynt seg í Real Madrid og Celtic, og hetta hevur økt um liðandan hjá liðfeløgum hansara.

 

- Hann hevur lyft okkum øll, síðan hann kom aftur. Hann er fantastiskur. Eg var errin av honum, tá hann spældi í Real Madrid, men nú er hann aftur her, hann er superprofessionellur. Ein maður við umsorg, og hann gevur sær stundir til øll, sigur fysioterapeuturin Mick Rathbone við Everton TV.