Gravesen aftur í Everton

Danski fótbóltsspælarin Thomas Gravesen hevur havt tað trupult í skotska felagnum Celtic, og nú er hann leigaður Everton, har hann áður hevur havt góðar dagar. Leygardagin var Gravesen so aftur á vøllinum í dysti fyri Everton, og hann legði upp til útjavnandi málið hjá Everton stutt fyri leiklok. Gravesen fór í síni tíð frá Everton til Real Madrid at spæla, men nú er hann so aftur í enska felagnum í eina tíð.