Gravararnir fáa boð ov seint

Tað er langtsíðan, at nakar er komin í kirkjugarðin í Havn við kistu, og grøvin ikki hevur verið grivin. Men veruleikin er, at starvsfólkini, ið taka sær av øllum tí, sum hevur við jarðarferðir at gera, ofta hava stórar trupulleikar av, at fólk ikki geva boð í góðari tíð.

Nú er ein nýggjur faldari gjørdur um jarðarferðir og har verður gjørt vart við, hvussu stóran týdning tað hevur í sambandi við andlát, at avvarðandi so skjótt sum møguligt seta seg í samband við gravaran og biða um pláss og tíð.

Umsjónarmenn og gravarar hava úr at gera og røkja fleiri kirkjugarðar og nógvar ymsar tænastur í hesum sambandi, líka frá gravaratænastu, líkvogni, skráseting, kapelli o.s.fr.

- Tá fólk ringja í evstu løtu er ikki vist, at menn eru tøkir, teir kunnu vera staddir aðrastaðni, líkvognurin kann vera upptikin, aðrar jarðarferðir kunnu vera sama dag, so talan er um nógvar tænastur, ið skulu hóska saman og alt má tilrættaleggjast í góðari tíð frammanundan, sigur býráðið.

- Tí er sera umráðandi, tá onkur er deyður, at avvarðandi sum skjótast boða frá. Í faldaranum verður gjølliga greitt frá, hvussu ein skal bera seg at, hvønn ein skal venda sær til, hvørjar tænastur eru ókeypis og annars øll viðurskifti í sambandi við jarðarferð.