Tað eru meiri enn sjey ár, síðani Madeleine McCann hvarv í Portugal, men okkurt bendir nú á, at myndugleikarnir har hava funnið onkur nýggj spor í málinum.
Teir hava í hvussu er avbyrgt eitt øki í Praia da Luz, har Madeleine hvarv, og sambært Sky News fara menn nú at grava har fyri at vita, um líkið av gentuni kann vera har.
Portugisiska løgreglan hevur ikki sagt nakað um, hví hon hevur gjørt av at grava á tí avbyrgda staðnum, men Keith Farquharson, sum hevur tikið lut í leitingini fyrr, sigur við Sky News, at avgerðin bendir á, at løgreglan heldur seg hava góð spor at ganga eftir.
Madeleine McCann hvarv tann 2. mai í 2007.