Fornfrøðiligar kanningar í kirkjugarðinum heima á Sandi hava áður staðfest, at leivdir frá fornari búseting finnast í lendinum. Tí eru fornfrøðingar nú farnir undir at kanna, hvat finst í restini av økinum, áðrenn tað kann takast í nýtslu sum kirkjugarður.
Símun Arge, fornfrøðingur og deildarleiðari á Fornfrøðideildini greiðir frá, at sambært fornminnalóggávuni eru fornfrøðiligar leivdir í útgangsstøði friðaðar. Í sambandi við útgrevsturin í kirkjugarðinum á Sandi, skulu leivdirnar fyrst staðfestast. Síðani verður støða tikin til, hvørt leivdirnar eru av slíkum slagi, at tær kunnu kannast her og nú og loysast úr friðing og økið verða leysgivið til at jarða lík í, ella um friðingin verður fasthildin og økið lagt til síðis. Tá verða bústaðaleivdirnar varðveittar og tryggjaðar til framtíðar rannsóknar.
Í hesum umfarinum verður eitt lendið upp á slakar 80 m² rannsakað, og arbeitt verður í fýra vikur.
Áhugavert lendi
Símun Arge vísir á, at fornfrøðiliga er lendið sera áhugavert. Rannsóknir í 1970- og 80-árunum hava staðfest, at búleikast hevur verið í lendinum síðan einaferð í víkingaøld og fram til uml 11-1200-árini. Umframt at leivdir eru funnar av bygningum, so sum gólvum, veggjum, eldstøðum og ymiskum steinsetingum, eru eisini funnar leivdir eftir ymiskum virksemi, eitt nú jarnsmið. Serliga áhugavert var í 1989, tá 12 gravir komu undan kavi. Tey deyðu vóru jarðað við ymiskum lutum – so sum armbondum og hálsketum úr ymiskum litaðum perlum úr glasi, beini og rav, nøkur við silvurringum og knívum. Eitt av fólkunum hevði fingið ein arabiskan silvurmynt við sær í grøvina – ein sonevndan kufiskan mynt, ið er hin einasti, ið funnin er í Føroyum. Mynturin er sligin í 9. øld, og man verða komin hendan vegin einaferð í fyrru helvt av 900-árunum, halda fornfrøðingar. Við øllum tí í huga, sum komið er undan kavi har í lendinum, er tað við ikki sørt av spenningi og góðum vónum, at farið er undir ransóknina í ár.
Neyðrannsókn
Tað er Føroya Fornminnissavn, ið fyriskipar rannsóknini. Arbeiðið verður gjørt sum liður í altjóða verkætlanini “Heart of the Atlantic”, sum seinnu árini hevur verið arbeitt við heima á Sandi – í Junkarinsfløtti, á Klettum og á Sondum eins og í Søltuvík. Verkætlanin hevur verið fíggjað við stuðuli frá oljufeløgunum Anadarko og BP, frá amerikanska vísindagrunninum umframt frá Granskingargrunninum í Føroyum. Í ár verður arbeiðið í høvuðsheitum fíggjað um løgtingsins fíggjarlóg, millum annaðtí at talan er um neyðrannsókn.
- Av somu orsøk – og tí at fíggjarlógin nústani er viðtikin, og tað tí hevur verið trupult at fáa neyðugu arbeiðsmegina til vega - hava vit valt í ár heilt at savna arbeiðsmegina innan verkætlanina um arbeiðið í kirkjugarðinum, sigur Símun Arge.
Rannsóknarhópurin, ið telur eini 12 fólk, eru umframt fornfrøðingar av Føroya Fornminnissavni, fornfrøðingar og fornfrøðilesandi frá universitetunum í Bradford, Durham og Stirling í Bretlandi, City University í New York og frá Fornleifavernd Íslands í Reykjavík.