Grassroots tiltøk kring alt landið

Árliga ”UEFA Grassroots week” er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum

 

Hendan vikan er Grassroots vika hjá UEFA, og í tí sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri fleiri tiltøkum kring alt landið. Endamálið er at fáa fleiri at spæla fótbólt og at røra seg.

 

Mánadagin var skipað fyri tiltakið á vøllinum við Løkin í Runavík, har barnagarðar av Toftum, Runavík og av Strondum luttóku, og týsdagin var tiltakið í Marghøllini í Vági, har barnargarðar í Suðuroynni vóru við.

 

Fleiri líknandi tiltøk fyri barnagarðar verða eisini næstu dagarnar kring landið, samstundis sum skipað verður fyri tveimum tiltøkum saman við Parasport Føroyar.

 

Í vár setti FSF Christinu Ravnsfjall í starv sum grassroots-starvsfólk at taka sær av hesum økinum í FSF.