Grasrøtur á fundi í Føroyum

Í vikuni hevur Fótbóltssamband Føroya verið vertur fyri sokallaðari Grassroot-ráðstevnu við umleið 25 norðurlendskum luttakarum.

Øll fótbóltssambondini í Norðurlondum vóru við á ráðstevnuni, sum var frá mánadegnum til mikudagin. Umrødd vórðu evni, sum bæði høvdu við fótbóltsmenning í ymsu londunum hvør sær at gera og í økinum sum heild.

Ikki minst var stórur áhugi fyri at finna fram til, hví og hvussu íslendingar hava tikið seg so nógv fram seinnu árini. Íslendska manslandsliðið er í løtuni fremsta norðurlendska landsliðið og er nummar 28 á FIFA-styrkilistanum.

Kjakast varð eisini um dygdarmenning av feløgunum, venjaraútbúgvingar, krøv til venjarar og leiðarar og nógv annað, ið serliga hevur við menning av yngri leikarum at gera, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Millum føroyingarnar, ið høvdu upplegg á ráðstevnuni, vóru Magni Mohr, doktari, Eli Hentze, U15-landsliðsvenjari og høvuðsungdómsvenjari í B71, og Petur Simonsen, tekniskur stjóri í FSF.

Eisini var ein rundferð á Tórsvølli, har Rúni Abrahamsen, arkitektur, greiddi frá útbyggingini, og somuleiðis vitjaðu luttakararnir B36, har teir serliga fingu frágreiðing um ungdómsarbeiðið í felagnum.

Fundurin í Føroyum hesa vikuna er ein regluligur norðurlendskur Grassroots-fundur, sum norðurlendsku londini skipa fyri sínamillum annaðhvørt ár. Um tvey ár verður hesin fundur ætlandi í Danmark.