Spæliplássð við Býlingshúsið Inni á Gøtu hevur nú fingið graslíki.
Talan er um avlop frá Ovara Vølli í Gundadali, sum heldur enn at verða blakað burtur, nú kemur børnunum Inni á Gøtu til góðar.
Tað er Eigarafelagið, sum stendur fyri. Formaðurin í Eigarafelagnum, Niels Jákup Thomsen, sigur við Sosialin, at tað var í fjør, tankin kom fram um at leggja hesar mátturnar á vøllin.
Ætlanin var í grundini, at tey skuldu fáa tað gamla graslíkið, sum varð tikið av vøllinum.
Men tá tey so fóru at tosa við menninar, sum løgdu á, mæltu teir frá at brúka tað gamla, tí tað var rætt og slætt ov vánaligt.
Týskararnir hildu, at tað fór at vera ein vánalig loysn, um enn hon var bílig. Teir mæltu heldur til at brúka eitt sindur av pengum og gera tað ordiligt.
Eftir at hava viðgjørt málið í Felagnum, var samtykt at brúka pengar til klárger av undirlagnum, sum varð gjørt av nýggjum.
Síðan vórðu avlopsmáttur frá nýggja vøllinum fingnar til vega. Og eru tær so lagdar á nú.
Hetta hevur kostað Eigarafelagnum einar 70.000 krónur, sigur Niels Jákup Thomsen, formaður í Eigarafelagnum Inni á Gøtu.
Niels Jákup Thomsen væntar, at tað vera ikki bara tey smáu børnini, sum fara at spæla á vøllinum. Tey størru, tey sum hava koyrikort, munnu eisini fara at renna har okkurt kvøldið, væntar hann.
Eisini aðrastaðni í Havnini er graslíki lagt á spæliplássini við býlingshúsini.
Og tá týskararnir komu Inn á Gøtu, høvdu teir júst verið á Viðareiði, har partar av gamla fótbóltsvøllinum í Klaksvík vóru lagdir.