Graslíki á Tórsvøll

Fleiri venjingar og størri heimavøllarfyrimunur eru málið, nú FSF heitir á Tórsvøll um at skifta grasið um við graslíki

Fótbóltur

Sum so er talan ikki um nýggja ætlan. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa altjóða góðkenning til graslíkisvøllir, og altjóða fótbóltssamgongurnar hava mest sum boðað frá, at graslíki verður góðkent til altjóða dystir um heilt stutta tíð.
Samstundis hevur leiðslan fyri Tórsvøll umhugsað, at teirra vøllur eisini skal hava nýtt undirlag.
- Vit hava ikki vilja gjørt nakað, fyrr enn FSF hevur boðað frá, hvørt hetta er í samsvari við teirra ætlanir, sigur Poul Michelsen, formaður fyri grunnin.
Nú hevur Fótbóltssambandið sent grunninum áheitan, har mælt verður til, at graslíki verður lagt á vøllin. Bæði tí hetta er lættari at halda, og tí hetta gevur møguleika fyri munandi fleiri venjingum.
- Vit hava síðani verið í samband við Tórshavnar kommunu. Eisini tí vit meta, at hetta kann bøta nógv um støðuna hjá havnarfeløgunum, sum hava eitt alt ov stórt trýst á venjingartímum, sigur Poul Michelsen.
Enn er ikki tosað um, hvussu íløgan skal fíggjast, men sambært formanninum verður hendan einar 3-3 mió kr. til støddar.
Í brævinum,n sum Fótbóltssambandi hevur sent grunninum fyri Tórsvøll, veruðr víst á nakrar fyrimunir, sum kunnu standast av, at graslíki verður lagt á Tórsvølli.
Serliga eru tað trý viðurskifti, sum FSF leggur stóran dent á. Venjingarnar hjá landsliðnum kunnu verð væl meira regluligar, samlaða støðið á landsliðsleikarum og landsliðnum hevði hækkað, og so vildi ein slíkur vøllur eisini givið føroyska liðnum størri fyrimun av heimadyst, heldur altso FSF.