Grashoppur í hundraðtúsundatali herja í hesum døgum stór landbúnaðarøkir í Yucatán í landssynningspartinum av Meksiko, og vandi er fyri, at tann átifreki gesturin fer at oyðileggja nógva grøði hjá bøndrunum. Grashoppur kunnu verða upp í einar tíggju sentimetrar til longdar, og tá taka seg saman, er tað sum at síggja eitt fleiri kilometrar breitt skýggj, sigur ein talsmaður fyri meksikonsku myndugleikarnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at grashoppur gera um seg í Meksiko. Í fjør oyðiløgdu tær nógva grøði norðan fyri Yucatán.









