Í morgun vóru hjúnini Jens-Kjeld Jensen og Marita Gulklett ein túr í Langanesi. Tey gjørdu av at vitja staðið, aftaná ljós varð varpað á plastdálking á staðnum í bólkinum "4 plastic pr day".
Komin til Langanes sóu tey spreingileidningar allastaðni, milliardir av biofiltrum frá alivinnuni bæði á sjógvi og landi. Men tað mest áhugaverda var, at tey komu fram á tonsavís av granulati, sum verður brúkt til graslíkið á fótbóltsvøllum.
##med2##
- Hol var á øllum posunum, so man fekk ikki gingið, uttan at traðka í granulat, stendur skrivað á heimasíðuni Jenskjeld.info, sum tey bæði reka.
Hetta granulatið er svart, og Jens-Kjeld og Marita meta, at tað hevur ligið har í nógv ár - uttan at verða ruddað upp.
Granulat er ein vælkendur altjóða trupulleiki, tá tað kemur til plastdálking, tí hvørt ár havna nógv tons av mikroplasti frá fótbóltsvallum í náttúruni.
##med3##
##med4##