Landsstýrismaðurin í granskingarmálum, Eilif Samuelsen, hevur á fundi við danska granskingarmálaráðharran, Jytte Hilden, gjørt avtalu um, at føroyska granskingin skal fáa møguleikar at styrkjast munandi, longu í 1998, sigur Undirvísingar- og mentamálastýrið.
Á fundi í Keypmannahavn, tann 4. desember 1997, komu Eilif Samuelsen og Jytte Hilden ásamt um, at útvegir eiga at verða veittir fyri, at føroyska granskingin verður munandi ment. Sum dømi um ítøkilig tiltøk er avtala gjørd um, at 35 mió. kr., ið settar eru av á danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 1998 til norðatlantiska gransking, eiga eisini at koma granskingini í Føroyum til gagns. Avtala er gjørd um, at ein bólkur av granskarum ? við eins nógvum umboðum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark ? skal taka støðu til, hvussu hesar 35 mió. kr. eigar at verða nýttar, longu nú í 1998.
Eisini er avtala gjørd um, at ein embætismannanevnd, mannað við eins nógvum limum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark skal gera eitt uppskot um, hvussu granskingarstuðulin frá danskari síðu eigur at verða veittur hesum londum í framtíðini, t.v.s. frá 1999 og frameftir.
Á sama fundi varð eisini avtala gjørd um, at danska granskingarmálaráðið skuldi bera so í bandi, at føroyingar eisini vóru gjørdir kunnugir við teir møguleikar, sum eru at søkja stuðul úr teimum donsku granskingarráðunum, ið veita meira enn 700 mió. kr. í granskingarstuðuli um árið. Føroyingar og danskarar eru javnsettir á hesum øki.
Við hesum tiltøkum skuldi granskingin í Føroyum fingið munandi betri menningarmøguleikar, verður sagt út Undirvísingar- og mentamálastýrinum.