Nú fer ein nýggj verkætlan av bakkastokki um barnakrabba í Føroyum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein, skrivar Krabbameinsfelagið á heimasíðu síni.
Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabba, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan. Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka.
Hóast granskað hevur verið í barnakrabba í nógv ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesum. Hóast tað ikki sær út til, at genetikkur er ein sterk orsøk til barnakrabba, benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10% av øllum tilburðum av barnakrabba á einhvønn hátt eru grundað í hesum.
Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum, og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð. Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabba.
Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetrið, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.
Rebekka Blak, lækni, kemur at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini. Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD, hevur ein ráðgevandi leiklut.
Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyar, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.
Um onkur, sum hevur havt barnakrabba, ikki hevur fingið innbjóðing til verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum fyri kunning og støðutakan, um tit ynskja at luttaka.
Meira kunning fæst frá Rebekku Blak, lækna á tlf. 211569 og Maria Skaalum Petersen, professara á tlf. 216695, skrivar Krabbameinsfelagið.