Nú fíggjarløgtingslógin fyri 2013 er samtykt, er greitt, at tað verða góðar 6 milliónir krónur tøkar í Granskingargrunninum at stuðla nýggjum granskingarverkætlanum. Umsóknarfreistin er 15. februar kl. 12 føroyska tíð.
Tað boðar Greinskingarráðið frá.
Eins og undanfarin ár skulu umsóknir skrivast á serligt oyðublað, saman við fylgiskjølum gerast til eitt pdf skjal og sendast Granskingarráðnum við telduposti.
Stovnurin hevur savnað saman nakrar afturvendandi spurningar og svarað teimum á eini síðu, kallað Ofta spurt. Tað verður mælt umsøkjarum til at kunna seg við hesa síðuna, umframt at lesa sjálva lýsingina, umsóknarblað og vegleiðing væl. Eru fleiri spurningar ella viðmerkingar, ber til at senda ein teldupost.
Granskingarráðið fer at hava ein bás á JobMatch2012, har til ber at hitta starvsfólk stovnsins. Eisini fer Annika Sølvará, stjóri, at halda eina framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Hendan framløgan verður fríggjadagin 28. desember kl 18.40 í Østrøm. Aftaná verður høvi at seta ítøkiligari spurningar.