Granskingarsáttmálin undirritast í Brússel hósdagin

Hósdagin verður sáttmálin um granskingarsamstarv millum ES og Føroyar undirritaður á Sendistovu Føroya í Brússel. Tað verður Jørgen Niclasen, Uttanríkisráðharri, ið vegna Føroyar skrivar undir sáttmálan. Føroyar verða sostatt atlimur í FP7 granskingarsamstarvinum, ið umframt ES limalondini eisini fevnir um EFTA londini, Ísrael, Turkaland, og fleiri av Balkanlondunum.

- Hesin sáttmáli er eitt gjøgnumbrot í tilgongdini at víðka samstarvskarmin við ES. Nú eru allir snøklar endiliga fingnir upp á pláss, og við hesum er frítt hjá føroyskum granskarum at luttaka fult í samstarvinum, sigur Jørgen Niclasen.

Hetta merkir, at føroyskir granskarar verða javnsettir við granskarar úr øllum hinum luttakandi londunum í granskingarsamstarvinum.

- Hetta er fyrstu ferð, at ES ger ein slíkan sáttmála við eitt sjálvstýrandi øki. Samstundis er tað eisini fyrstu ferð, at Føroyar og ES gera samstarvssáttmála á einum øki, ið liggur uttan fyri karmarnar av verandi handilssáttmála. Tí er talan um ein søguligan sáttmála partanna millum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Við til undirskrivingina verða umframt Jørgen Niclasen, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og umboð fyri Granskingarráðið.