Granskingardepilin fór um mark

Ì Vágs Býráði eru tey misnøgd við, at tað er Granskingardepilin fyri samfelagsmenning, sum hevur stig til at leggja alla Suðuroy saman við eina kommunu

Í heyst tók Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, stig til at fáa kommunurnar í Suðuroy at viðgera málið um at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu.

Tá varð avrátt, at bíða til kommunuval hevði verið, tí mett var, at tað var rættast, at tey nývaldu kommunustýrini tóku málið upp.

Og nú kommunustýrini aftur eru skipað av nýggjum eftir valið í heyst, kallaði Granskingardepilin aftur til fund at umrøða kommunusamanlegging. Tað, sum Granskingardepilin ætlar at skipa fyri, at ein arbeiðsbólkur verður settur at arbeiða við málinum.

Í innkallingini hevur Granskingardepilin skrivað, at tað varð tikið sum givið, at tey kommunustýrini, sum møttu á fundinum, eisini taka undir við, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu.

Hetta er fallið býráðslimum í Vági fyri bróstið og fleiri teirra átalaðu Granskingardepilin fyri at taka eina so avgjørda støðu upp á nakkan á kommununum.

Støðan hjá Vágs Býráði er, at tað eru kommunurnar sjálvar og ikki Granskingardepilin, sum skal gera av, um kommunur skulu leggja saman og, hvussu tær skulu leggja saman og her hildu býráðslimir í Vági, at Granskingardepilin var farin út um mark.

Men tey eru kortini sinnað at viðgera málið og at geva hinum kommununum eitt svar

Tá ið øll kommunustýrini hava tikið støðu til spurningin, skulu tey hittast aftur at tosa um, hvussu farast skal fram víðari.

Vágs Kommunu hugsar sær, at tað verða kommunuskrivararnir, sum manna arbeiðsbólkin og at teir so fáa sær ein uttanveltaðan samskipara afturat. Men, sum tað sæst í hinari greinini, vil Vágs Býráð eisini kanna møguleikarnar fyri tveimum kommunum í Suðuroy.

Les eisini greinina: Vágbingar vilja ikki ganga í takt