Hóast visjónstorgið sum heild tók undir við málsetninginum hjá strategibólkinum fyri gransking, menning og nýskapan at neyðugt er við raðfesting innan øki, vóru onkrar ivasamar røddir.
Raðfesting ikki útilokan
Hesar vístu millum annað á vandan við ov nógvari stýring av økinum á ein hátt, so grundgranskingin ella breiddin á granskingarøkinum kemur at svíða. Nevnt varð, at ov neyv raðfesting kann hava við sær, at dugnaligir granskarar verða leiddir burtur frá økjum, har teir hava sína styrki, og at virðismikil vitan harvið ikki verður gagnnýtt best.
Frá strategibólkinum varð mint á, at raðfesting ikki merkir útilokan av øðrum økjum, og at breiddin á onkran hátt má tryggjast. Hinvegin gjørdi bólkurin greitt, at viðvíkjandi raðfesting er talan í veruleiknum ikki um eitt val, men at gera tað, sum er neyðugt og sum okkara avmarkaða tilfeingi loyvir.
Mál fyri gransking, menning og nýskapan:
Yvirorðnað hevur strategibólkurin orðað hesa visjón um gransking, menning og nýskapan í Føroyum:
Føroyar eru millum fremstu lond innan gransking, menning og nýskapan. Hesi viðurskifti skulu samskipast soleiðis, at tað almenna og vinna ganga hond í hond innan samskipan og raðfesting. Karmar verða skaptir, sum tryggja, at gransking, menning og nýskapan fáa bestu kor. Fíggjarliga tilfeingið verður stigvíst økt, so tað í 2015 er minst 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni.
Orðað eru mál um Bygnað, Høgt raðfest øki, Fígging og úrtøku.
Í høvuðsheitum eru málini hesi:
Bygnaður
Málið er at samskipa gransking, menning og nýskapan.
Skipaður verður ein bygnaður, (organisasjón) sum tryggjar starvsligar og fysiskar karmar fyri granskarar o.o. Partur av hesum bygnaði fevnir eisini um hægri undirvísing
Bygnaðurin fevnir um tann organisatoriska partin, t.v.s. at øll viðurskifti viðvíkjandi gransking verða útint, íroknað fyrisiting, roknskap, løgfrøði o.a.
Hægri lærustovnar fáa eitt hóskandi tal av phd námsstyrkum á hvørjum ári fyri at tryggja neyðuga útvegan av nýggjum fólki og fakliga menning
Vinnuligar phd verkætlanir og aðrar vinnuligar verkætlanir kunna fáa almennan stuðul
Høgt raðfest øki
Málið er at tryggja, at gransking, menning og nýskapan fáa so góð kor sum gjørligt, samstundis sum ávís øki, sum vit hava serligar góðar fortreytir í, verða høgt raðfest. Høgt raðfestu økini skulu verða við til at lyfta henda partin av granskingini upp á altjóða støði, samstundis sum onnur natúrlig fylgiøki fáa fyrimun av hesum.
Hægst raðfesta økið er matframleiðsla úr havinum. Onnur høgt raðfest øki eru: Gentøkni, mentan og samskiftisførleikar (mál og KST)
Onnur viðkomandi granskingarøki, sum stuðla undir hægri vælstandi og vælferð, verða eisini stuðlað, treytað av at tey eru viðkomandi.
Fígging og úrtøka
Málið er, at tað almenna skal fíggja upp til 2% av BTÚ, meðan vinnan og aðrir granskingargrunnar fíggja í minsta lagi 1% av BTÚ. Sett verður í verk ein eftirmetingar- og dygdarskipan, sum skal tryggja, at sum mest fæst burturúr.
Í strategibólkinum fyri gransking sita:
Petur Petersen, formaður
Bergur Poulsen
Rúna Hilduberg
Pál Weihe
Danjal Jákup Andreasen










