Havstovan er í løtuni við í eini kanning, sum millum annað hevur sum endamál at finna fram til, um tann føroyski makrelurin er tann sami sum tann norski og íslendski.
Talan er í hesum føri um eina trý-ára verkætlan, sum skal kanna stovnssamansetingina av makreli í Norðuratlantshavi.
Endamálið við verkætlanini er at brúka ílegukanningar, tiknar í ymiskum støðum til at lýsa stovnssamansetingina av makreli í Norðuratlantshavi.
Ætlanin er at kanna, um upprunin av makreli í økjunum við Ísland, Føroyar og Noreg er tann sami - ella við øðrum orðum, um makrelurin í Norðuratlantshavi er ein og sami stovnur.
Verkætlanin ber heitið Stock structure of the Atlantic Mackerel (Scomber scombrus L.). An ecological-time scale approach to solve stock(s) management og er ætlanin at savna allar upplýsingar á einu og somu databasu.
NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) fíggjar verkætlanina. Arbeiðið verður gjørt sum eitt samstarv millum granskarar og vinnufeløg í Føroyum, Íslandi, Noregi og Kanada.
Tað er Hafrannsóknastofunnin í Reykjavík sum hevur ábyrgd av verkætlanini. Føroyskur luttakari í verkætlanini er Jan Arge Jacobsen.