Gransking í ólavsøkurøðum hjá løgmanni

2007

Føroyar eiga granskarar á høgum støði, hóast tær eru langt aftanfyri onnur framkomin samfeløg, tá tað snýr seg um at seta pengar av til hetta endamál.

Landsstýrið hevur tí sett fokus á hetta økið við ætlanum um at skipa Lærda Háskúla Føroya, stovnseta granskingarlund til vinnugransking og fáa eitt yvirskipað vísindaráð at virka.

Ein týðandi vegur at menna føroyska gransking er at fáa í lag tættari samstarv við ES. Fyri at styrkja um hesa tilgongd hava vit sett serkøn fólk í Granskingarráðið og Mentamálaráðið at menna hetta samstarv.



2006

Landsstýrið fer at seta á stovn ein búskapargrunn, har serligar inntøkur til landskassan, eitt nú inntøkur frá einskiljingum og eini møguligari oljuvinnuni, fara í. Grunnurin skal millum annað nýtast til at standa ímóti við í verri tíðum, til at gjalda niður almenna skuld og til at fíggja gransking.

Gransking er eisini eitt øki, vit í sambandi við Visjón 2015 leggja stóran dent á at styrkja í framtíðini, og Vísindaráð Føroya verður sett í næstum. Vit hava nú fingið eitt ílegusavn, sum verður liður í at byggja upp eina ílegugransking í Føroyum.



2005

Landsstýrið ætlar at seta á stovn ein grunn til at fíggja gransking og nýmenning. Sum innskot í grunnin skal fara ein triðingur av inntøkum landskassans frá einskiljingunum - upp til 1 mia. kr.

Setast skal á stovn ein granskingarlund, sum skal leggja dent á lív- og ílegutøkniska gransking. Hesin stovnur skal hava ein miðsavnandi leiklut í at brúka granskingarúrslit til vinnulig endamál, og soleiðis gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur standa seg í aljtóða kapping.

Granskingarumhvørvið verður styrkt við m.a. at fáa í lag samstarv millum granskingarstovnar og lærda háskúlan. Somuleiðis er neyðugt at styrkja netverk og samstarv við útlond, millum annað við luttøku í ES-verkætlanum, har okkara samstarvsmøguleikar vaksa munandi, um vit sjálvi hava eitt sterkt og virkið granskingar-umhvørvi.

Til tess at samskipa játtanirnar til gransking skal verandi granskingarbygnaður umskipast. Sett verður á stovn Føroya Vísindaráð, ið skal orða yvirskipaða granskingarpolitikkin, raðfesta og veita fíggjartrygd. Í ráðnum sita løgmaður, avvarðandi landsstýrismenn og umboð fyri vinnu og gransking.