Ein kanning av børnum fødd uttan fyri hjúnarlag í Føroyum, Danmark og Íslandi í 1901-1905 vísir, at lutfalsliga nógv fleiri børn, sum vóru gitin uttanfyri hjúnarlag doyðu antin í móðurlívi ella undir føðing í øll trimum londum.
Tað, sum kann tykjast serliga løgi, er, at munurin var lutfalsliga stórur í Føroyum í mun til grannalondini.
Tað vísur ein kanning, sum er gjørd av Anniku Y Skaalum, søgufrøðingi. Greinin stendur í nýggju útgávuni av "Frøði", sum er í handlunum í dag.